Fáa meiri við norskum veitingarskipum

Fáa meiri við norskum veitingarskipum
Broytingar í skattalógini gera, at teir, sum sigla við norskum veitingarskipum, fáa betri sømdir enn teir, ið sigla undir FAS-skipanini
Útrokningar, sum Supply Service hevur latið gera, vísa, at teir, sum sigla við norskum veitingarskipum, fáa betri sømdir enn teir, ið sigla undir FAS-skipanini

15.05.2012 - 17:06

Føroyingar, sum sigla við norskum veitingarskipum, fáa munandi betri sømdir enn føroysku starvsfelagarnir, ið sigla við føroyskum veitingarskipum undir FAS-skipanini, verður uppskotið at gera broytingar í skattalógini samtykt.

Tað vísa útrokningar, sum ein grannskoðari hevur gjørt fyri Supply Service.

Tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum hevur lagt uppskotið um broytingar í skattalógini fyri tingið.

Uppskotið snýr seg um at gera greiðari reglur í sambandi við skatting av inntøkum hjá teimum gott og væl túsund føroyingunum, ið sigla og arbeiða uttanlands, og at gera fyrisitingina einfaldari.

Samdøgursfrádráttur hvørvur

Umframt at gera ferðaseðilin millum bústaðin í Føroyum og arbeiðstaðið uttanlands skattafrían, skal skattafrádrátturin gerast einfaldari og betri til tess at forða fyri, at føroyingarnir flyta av landinum, sum harvið missir skattainntøku.

Sambært uppskotinum skal samdøgursfrádrátturin strikast. Harvið missa føroyingarnir 300 krónur fyri samdøgrið. Í staðin kunnu teir flestu ugga seg við einum størri skattafrádrátti.

Í framtíðini fáa  allir føroyingar, ið arbeiða uttanlands - bæði á sjógvi og landi - ein skattafrádrátt, sum svarar til 30 prosent av inntøkuni - tó í mesta lagi 150.000 krónur árliga. Tað eru umleið 60.000 krónur meiri enn tær stívu 90.000 krónurnar, sum føroyingarnir í mesta lagi fáa í skattafrádrátti í dag.

Fáa meiri í Noregi

Ein føroyingur, sum fær 600.000 krónur í hýru um ári við norskum veitingarskipi uttan fyri norskt øki, fær við lógarbroytingini eina skattalækking upp á góðar 60.000 krónur - tað eru 5.000 krónur um mánaðin.

Og árliga hevur hann samstundis næstan 70.000 krónur meiri at ráða yvir eftir skatt samanborið við starvsfelagan, sum siglir við føroyskum veitingarskipi undir FAS-skipanini, ið ikki er fevnd av lógarbroytingini, vísa útrokningarnar, sum Supply Service hevur latið gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635