Krevja tvær mió. kr. í rentustuðli aftur

Krevja tvær mió. kr. í rentustuðli aftur
TAKS hevur goldið ov nógvan rentustuðul seinastu árini, men hann verður nú kravdur aftur
Eyðun Mørkøre er stjóri á TAKS, sum nú fer at krevja ov nógv útgoldnan rentustuðul aftur

14.05.2012 - 13:46

Eitt serligt eftirlitsátak hjá TAKS vísir, at tvær milliónir krónur eru útgoldnar ov nógv í rentustuðli seinastu árini.

Síðani lógin um rentustuðul varð broytt í 2009, hevur TAKS skrásett øll matrikulnummar, sum eru knýtt at sethúsalánum. Síðani hevur TAKS vent sær til allar borgarar, ið fáa rentustuðul, fyri at fáa váttað, hvat lánini verða brúkt til.

- Úrslitið av okkara eftirlitsarbeiði vísir, at góðar tvær milliónir krónur skulu krevjast inn aftur. Rentustuðulin av hesum lánum er somuleiðis steðgaður. Sostatt sparir landskassin uttan iva fleiri milliónir í rentustuðli næstu árini, sum annars hevði verið útgoldin av órøttum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Tað eru ymiskar orsøkir til, at ov nógvur rentustuðul varð útgoldin. Í ávísum førum er rentustuðulin steðgaður, tí umsøkjarin ikki hevur svarað, hóast hann hevur fingið tríggjar áheitanir frá TAKS, ella hevur fingið rentustuðul fyri meira enn ein bústað. Í øðrum førum er vantandi samsvar millum lántakara og sethúsaeigara, sigur TAKS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816