Kendur kinesiskur sjónvarpsvertur handtikin

Kendur kinesiskur sjónvarpsvertur handtikin
Rui Chenggang er handtikin í sambandi við eitt mál um mutur
37 ára gamli Rui Chenggang er kendur fyri sjónvarpssamrøður sínar
Mynd: Tíðindastovan AFP  
 
15.07.2014 - 14:38

Stutt fyri, at Rui Chenggang skuldi á skíggjan, varð hann handtikin og tikin við á eina politistøð til avhoyringar.

Hann skuldi annars í luftina við beinleiðis kjaksending um vinnulív, men kinesisku hyggjararnir sóu bert ein tóman stól og eina mikrofon.

Kendi sjónvarpsverturin hevur havt samrøður við eitt nú fyrrverandi amerikanska forsetan, Bill Clinton, og stovnaran av Dell-fyritøkuni, Michael Dell.

Umframt Rui Chenggang, vórðu framleiðslustjórin og stjórin fyri sjónvarpsstøðini handtiknir. Stjórin fyri sjónvarpsstøðini, tað er kinesiski kommunistaflokkurin, roynir at fáa bilbukt við mutur í flokkinum.

Sambært einum talsmanni fyri kommunistaflokkin, hevur Rui møguliga fingið onkran ágóða frá pr-felagnum, Edelman, sum arbeiðir fyri sjónvarpsrásina, CCTV, skrivar BBC.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533