Stuðul til at rudda grót burtur úr innsiglingini

Stuðul til at rudda grót burtur úr innsiglingini
Í dag skal fíggjarnevndin hjá løgtinginum taka støðu til, um 2,1 mió.skal játtast í stuðli til arbeiðið at rudda innsiglingina til Skopunar havn
 
16.07.2014 - 08:18

Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum hevur sent fíggjarnevndarskjal, har biðið verður um, at peningur verður fluttur av kontuni "Vegir" til kontuna "Havnir", so arbeiði kann gerast.

Nógv grót liggur við innsiglingina, og tí ber ikki til at brúka havnina í ringum veðri, tá harður streymur er, ella tá tað er stór fjøra, sæst í fíggjarnevndarskjalinum.

Fíggjarmálaráðið biður um 2,1 millión krónur til at fíggja arbeiðið við. Fíggjarnevndin hevur fund klokkan 10.

FAKTA:

Eitt fíggjarnevndarskjal, er eitt skjal, ið verður latið fíggjarnevndini, tá løgtingið ikki er saman, og tá mett verður, at eitt mál hevur skund.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858