Meira í minstuløn

Meira í minstuløn
Minstalønin hjá fiskimonnum hækkar upp í 833 kr um dagin, og mánaðarligi minstiforvinningurin til útróðrarmenn hækkar upp í 13.200 krónur
Útróðrarmenn og fiskimenn fáa næsta ári meira í minstuløn og minstaforvinningi

13.05.2012 - 14:02

1. juni hækkar minstalønin hjá fiskimonnum 133 krónur um dagin. Hon fer úr 700 krónum upp í 833 kr. Og mánaðarligi minstiforvinningurin til útróðrarmenn hækkar 1200 krónur, upp í 13.200 krónur .

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur broytt kunngerðina um inntøkutrygd og forskotskipan eftir áheitan fra stýrinum í Trygdargrunni fiskivinnunnar. Stýrið heldur, at grunnurin tolir, at útgjøldini hækka, men fyri at binda um heilan fingur er hækkingin í fyrsta umfari galdandi í eitt ár, til 1. juni næsta ár.

Treytin fyri at fáa minstaforvinning er eisini broytt. Sambært kunngerðini skal báturin hava avreitt í minsta lagi fyri í miðal kr. 200.000 fyri hvønn tilmeldaðan persón seinastu seks mánaðirnar frammanundan. Hetta verður lækkað niður í 150.000 kr. 1. juni.

Stýrið í Trygdargrunninum heitti á Fiskimálaráðið um at broyta kunngerðina og hækka útgjaldið. Og tað hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nú gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959