Brúkaraumboðið skal eisini kanna bankar

Brúkaraumboðið skal eisini kanna bankar
Nú ómaksgjøld og rentur í peningastovnunum skulu kannast, verður Brúkaraumboðið eisini við, og skal rinda ein part av kostnaðinum fyri kanningina
Landsstýrið hevur biðið um 100.000 krónur í eykajáttan til Kappingareftirlitið, sum skal kanna kostnaðarstigið í peningastovnunum

11.05.2012 - 10:10

Brúkaraumboðið verður eisini við, nú ómaksgjøldini og renturnar hjá peningastovunum skulu kannast.

Og Brúkaraumboðið skal bera ein fjorðing av útreiðslunum til kanningina, sigur Vinnumálaráðið, sum hevur biðið um 100.000 kr. í eykajáttan til Kappingareftirlitið.

Brúkaraumboðið skal hava tann partin, sum eitur brúkaravernd og upplýsing til teirra, sum brúka peningastovnarnar.

Kanningin er mett at kosta eina millión, so kostnaðurin hjá Brúkaraumboðnum verður 250.000 kr.

Sambært Vinnumálaráðnum vil Kappingareftirlitið sleppa at kanna kostnaðarstigið hjá peningastovnunum fyri at meta um høgu ómaksgjøldini og høga rentustigið í Føroyum kunnu grundgevast við serliga høgum kostnaðarstigi í Føroyum, ella um orsøkin er vantandi kapping.

Í kanningini verður viðgjørt, hvussu raksturin hjá føroysku peningastovnunum er samanborin við sambæriligar

danskar peningastovnar, og ítøkiliga greinað, hvat einstøku tænasturnar í veruleikanum kosta føroysku peningastovnunum.

Ein útlendskur serfrøðingur verður settur í hálvt starv at gera greiningina.

Arbeiðið byrjar í ár og skal vera liðugt næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176