Teknisk og torfør mótstøða hjá HB

22.07.2014 - 17:00
ÍtrótturFótbóltur
Teknisk og torfør mótstøða hjá HB
Venjarin hjá HB hevur sjáldan sæð eitt betri fótbóltslið

Talan er um eitt lið, sum er ómetaliga væl fyri tekniskt, sigur Heðin Askham, venjari hjá HB, um Partizan Beograd, sum teir skulu dystast við í kvøld klokkan 19.00

Heðin Askham hevur eisini verið noyddur at gera tvær broytingar á liðnum samanborið við útidysin í farnu viku, tí Alex Jose dos Sanstos er leikbannaður og René Shaki Joensen skaddur. Hinvegin er Levi Hanssen við aftur, hann var ikki tøkur seinast.

Liðið hjá HB er annars mannað soleiðis í kvøld: Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Johan Troest Davidsen, Alex Jose dos Santos - Levi Hanssen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Kristin Restorff Mouritsen - Jóan Símun Edmundsson. 

Dysturin millum HB og Partizan Beograd er á Tórsvølli í kvøld, týskvøldið 22. juli, klokkan 19.00.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418