Løgreglumaður 20 daga fongsulsrevsing

Løgreglumaður 20 daga fongsulsrevsing
Føroya rættur hevur dømt ein løgreglumann 20 daga fongsulsrevsing fyri í tveimum førum at hava brotið ferðslulógina og revsilógina
Ein løgreglumaður í Føroyum er fyribils loystur úr starvi sínum, eftir at Føroya rættur hevur dømt hann 20 daga fongsulsrevsing fyri brot á ferðslulógina og revsilógina
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
25.07.2014 - 12:14

<p>Tað var í vár, at maðurin koyrdi útav vegnum við bili sínum, men rýmdi av staðnum. Maðurin er dømdur fyri at hava roynt at fingið ein annan at átaka sær ábyrgdina av ferðsluóhappinum.</p>

<p>Maðurin er eisini dømdur fyri ikki at hava hildið fráboðanarskylduna, tá hann hevði koyrt út av vegnum, og hevði gjørt skaða á bilverjuna. Løgreglumaðurin er fyribils loystur úr starvi sínum.</p>

<p>Ríkisadvokaturin tilnevndi ein statsadvokat at taka sær av málinum, tí talan er um starvsfólkamál innan løgregluna. Maðurin hevur 14 dagar kærufreist, sum gongur út 31. juli.</p>

<p>Peter Thaysen sigur, at vanliga merkir fongsulsrevsing, at løgreglumaðurin verður koyrdur úr starvi, men tað er altíð ein meting av málinum samlað.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040