Lógin um týðandi bankar útsett

01.08.2014 - 10:11
InnlendisVinna
Lógin um týðandi bankar útsett
Danska stjórnin verður ikki liðug við lógaruppskotið um føroysku SIFI-bankarnar, so tað kann leggjast fyri løgtingið í hesari tingsetuni

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Sambært løglistanum hjá landsstýrinum kemur Fíggjarmálaráðið við níggju broytingum í lógini um fíggjarligt virksemi í tingsetuni, sum byrjaði ólavsøkudag.

Hesi broytingaruppskotini fara at gera, at lógin um fíggjarligt virksemi, sum er donsk, verður dagførd í Føroyum fram til 1. januar í ár. Men SIFI-lóggávan kemur tó ikki í gildi í Føroyum í tingsetuni, stendur í løglistanum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444