150.000 fólk komin og farin um floghavnina í ár

150.000 fólk komin og farin um floghavnina í ár
Danmark er framvegis størsta ferðafólkaleiðin, men afturgongd er á Íslandsleiðini
Talið á teimum, sum koma og fara um flogvøllin, setur aftur met
 
04.08.2014 - 10:57

37.008 ferðafólk komu og fóru um Vága floghavn í juli. Tað eru 2510 ferðafólk fleiri enn í juli í fjør, vøksturin er 7,3%. Tað stendur á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.

Vøkstur er á øllum leiðum uttan á Íslandsleiðini. Har hevur afturgongdin verið umleið 14%. Men verður hugt eftir árinum higartil, so er ferðafólkatalið til og úr Íslandi á leið tað sama sum í fjør. 

Danmark er enn nógv tann størsta ferðafólkaleiðin. Størsti vøksturin er tó á Noregsleiðini. Oljuflúgvingin eigur sín part av vøkstrinum, men tað er nógv, sum bendir á, at fleiri norsk ferðafólk koma til Føroyar nú, sigur Vága floghavn. 

Samlaði vøksturin í ferðafólkatalinum í ár er 7,8%. Higartil í ár eru 149.170 ferðafólk komin og farin  flogvøllinum, samanborið við til 138.435 somu tíð í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923