Vegleiðandi fólkaatkvøða á skránni

Vegleiðandi fólkaatkvøða á skránni
Í dag er vegleiðandi fólkaatkvøða á skránni, har 35.507 føroyingar skulu atkvøða, um sjey kommunur ístaðin fyri 30 skulu verða eftir nýggjár
Í dag skulu 35.507 føroyingar atkvøða um kommunur skulu leggja saman

03.05.2012 - 11:43

Tey 61 valstøðini lótu upp klokkan tíggju og lata aftur klokkan átta í kvøld. Av tí at so nógvur ivi er um, hví hendan fólkaatkvøðan er, tá hon ikki er bindandi, men bara vegleiðandi, verður ikki væntað, at undirtøkan verður stór á fólkaatkvøðuna.

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sum varðar av fólkaatkvøðuni, roknar við, at kommunurnar taka úrslitið av fólkaatkvøðuni til eftirtektar og skipa seg samsvarandi úrslitinum sjálvbodnar. Landsstýrið ætlar ikki at noyða kommunurnar at leggja saman við lóg.

Borgarstjórar og aðrir kommunustýrislimir ivast eisini, tí tey vita ikki, hvat tey sjey økini, sum landsstýrið vil hava, kunnu vænta sær í framtíðini. Fyribils ætlar landsstýrið at lata kommununum eldraøkið 1. januar í 2014.

Og kommunurnar fáa eisini fólkaskúlan. Men nær tað verður, veit eingin. Annað enn, at tað skal vera í hesum valskeiðnum, sum endar 29. oktober í 2015.

Fíggingarleisturin, sum landsstýrið mælir til at brúka, er fyrst ein afturberingarskipan. Í henni verða kommunurnar hildnar skaðaleysar av skattafrádráttum. Tær fáa eisini endurrindað skattamissin av FAS og DIS, altjóða skipaskráunum.

Tað, sum tá restar í, ætlar landsstýrið at samráðast við kommunurnar um. Ein møguleiki er at lata kommununum blokkstuðul. Ein annar møguleiki er at regulera millum landsskatt og kommunuskatt.

Nakrir borgarstjórar hava mælt fólki til at atkvøða nei, og onkur hevur biðið fólk siga ja.

Og so eru tað veljarar, sum mæla til at boykotta fólkaatkvøðuna og biðja samgonguna leggja frá sær í staðin fyri at svara ja ella nei í dag.

Tey sjey økini, sum fólkaatkvøðan í dag er um, eru tikin úr lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar frá 2007.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959