Reglur fyri spælarar og arbeiðsloyvi samsvara ikki

Reglur fyri spælarar og arbeiðsloyvi samsvara ikki
Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur gjørt úrskurð í kæru frá B68 um útlendskan leikara hjá AB
B68 kærdi, tí felagið metti ikki, at arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá einum útlendskum spælara hjá AB var í lagi
 
05.08.2014 - 13:19

Sambært grein 20 í kappingarreglunum fyri fótbólt, verður útlendskur leikari, sum hevur havt loyvi at leika í Føroyum í trý fylgjandi kappingarár, og søkir um loyvi fjórða árið, ikki at rokna sum útlendskur leikari í fjórða kappingarárinum. 

Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum vísir á, at hetta samsvarar ikki við reglurnar annars á útlendingaøkinum. 

Skal útlendingur hava varandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, skal viðkomandi hava verið í Føroyum og havt bústað her seinastu sjey árini. Ikki fyrr enn tá kann søkjast um varandi arbeiðsloyvi. Hetta er ikki galandi fyri útlendskar fótbóltsleikarar, sum koma til landið, og tí loyvir Aganevndin sær at ivast í reglunum. 

Tað sæst í úrskurði hjá Aganevndin í sambandi við kæru frá B68 fyrr í summar. 

B68 kærdi

B68 kærdi tann 2. juli AB til Aganevndina, tí felagið metti ikki, at arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá serbiska verjuleikaranum hjá AB, Dimitrij Jankovic, var í lagi. Aganevndin staðfesti, at loyvið hjá Dimitrij Jankovic var í lagi, og vísti kæruni frá B68 frá sær. 

Men ivamál eru, sigur Aganevndin. Nevndin tekur bara avgerðir, sum eru grundaðar á kappingarreglurnar hjá Fótbólssambandinum.  

Skal lógarverkið á hesum øki broytast, verða tað fótbóltsmyndugleikarnir, sum skulu gera neyðugu broytingarnar, sigur Aganevndin. Tað merkir, at tað er aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum, sum eigur avgerðina, skulu broytingar gerast í lógarverkinum fyri fótbólt. 

Avgerðir hjá Aganevndini kunnu innan fimm dagar kærast til yvirkærunevndina, men B68 kærdi ikki úrskurðin til yvirkærunevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459