Vilja hava rættin at ógilda avgerð um fiskidagar

Vilja hava rættin at ógilda avgerð um fiskidagar
Fýra trolarar hava mist fiskiloyvið, tí ov nógv sild var uppií, tá teir fiskaðu makrel
 
06.08.2014 - 13:17

Reiðaríini hjá teimum fýra trolarunum, sum mistu fiskiloyvið leygardagin, vilja hava Føroya rætt at ógilda avgerðina hjá Vørn.

Trolararnir, tvey pør, mistu fiskiloyvið, tí teir høvdu alt ov nógva norðhavssild sum hjáveiðu, tá teir fiskaðu makrel. Annað parið misti fiskiloyvið í eina viku og hitt í tíggju dagar, upplýsir Vørn.

Vørn vil ikki upplýsa, hvørjir trolararnir eru, ella hvussu nógva norðhavssild, teir høvdu.

Asbjørn Senior flutti fiskin frá trolarunum til lands. Og Vørn kannaði lastina, tá Asbjørn Senior landaði í Kollafirði og á Tvøroyri.

Skip, sum ikki hava loyvi at fiska sild, kunnu í mesta lagi hava tíggju prosent av norðhavssild sum hjáveiðu, tá tey fiska makrel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870