Andstøðuflokkar vilja taka nakrar fiskidagar

Andstøðuflokkar vilja taka nakrar fiskidagar
Men Sjálvstýrisflokkurin er í parti við samgonguni, sum vil hava sama dagatalið næsta ár
Í morgin fer løgtingið at avgera, at fiskidagatalið verður óbroytt
 
12.08.2014 - 10:12

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn mæla til at skerja fiskidagarnar fimm prosent næsta fiskiár. 

Útróðrarbátarnir, sum eru størri enn 15 tons, eiga tó at varðveita allar sínar dagar, siga flokkarnir.

Men Samgongan og Sjálvstýrisflokkurin taka undir við Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, sum vil hava sama dagatal næsta fiskiár sum í ár. 

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Vinnunevndini - Miðflokkurin hevur ikki fólk í Vinnunevndini - vísa á, at fiskidagatalið er farið úr knappliga 50.000 niður í góðar 22.000 dagar, síðani fiskidagaskipanin kom.    

Veiðitrýstið á botnfiskastovnarnar, tosk og hýsu, er tí minkað nógv. 

Royndin eftir hýsu er næstan eingin, tí fiskiskapurin er smáligur og eftirspurningurin frá virkjunum eftir hýsu er avmarkaður. 

Andstøðuflokkur við

Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum er við í meirilutanum í Vinnunevndini, men hann hevur sínar egnu viðmerkingar í álitinum hjá nevndini.

Minnilutin í nevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, hevur gjørt sítt tilmæli saman við Framsókn, sum ikki er umboðað í nevndini.

Minnilutin mælir til at taka fimm prosent av fiskidøgunum hjá øllum uttan útróðrarbátunum.

Flokkarnir mæla samstundis landstýrismanninum í fiskivinnumálum til geva heimaflotanum fiskirættindi aðra staðni enn í føroyskum sjógvi.

Drúgvt álit

Álitið hjá Vinnunevndini kom í tingið í gjár. Onnur viðgerð og atkvøðagreiðsla vera í morgin. Og málið verður endaliga avgreitt fríggjadagin. 

Álitið er drúgvt. Í tí eru nógvar viðmerkingar hjá flokkunum um støðuna hjá teimum, sum fiska undir Føroyum.   
     

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256