Sýslumaðurin: Spell at grindin slapp

Sýslumaðurin: Spell at grindin slapp
Grindaformenn og hjálparfólk á landi gjørdu eitt sera gott arbeiði, sigur Jaspur Vang, sýslumaður, um grindina, sum slapp
 
13.08.2014 - 10:55

- Tað var stórt spell, at grindin slapp, tí tá grindin varð funnin, gjørdi sýslumaðurin beinan vegin av, at roynt skuldu verða at halda henni til.

Tað sigur Jaspur Vang, sýslumaðurá Tvøroyri, í tíðindaskrivi um grindina, sum Smyril fann seinnapartin í gjár eystur úr Skarvatanga. Grindin varð mett til umleið 100 hval.

Fyrireikingar

Jaspur Vang sigur, at grindaformenninir í oynni fingu boð, og farið varð at avbyrgja grindaøki á landi, sum avtalaðar eru frammanundan. Bátar í oynni fingu grindaboðini frá havnamyndugleikunum.

Løgreglan fekk eisini boð, so hon kundi seta í verk tiltøk, sum skulu tryggja grindaraksturin og tað, sum hevur við grindina at gera. Ein bátur frá løgregluni var skjótur á staðnum, og løtu seinni var eisini ein grindaformaður av Tvøroyri á staðnum í sínum báti.

Grindin gekk móti landi, men kavaði. Hon varð funnin aftur umleið ein fjórðing eystur úr Froðbiarnípu og gekk norðuryvir við nýkomna vestfallinum. Sannlíkt var tí, at grindin kundi fara á Hvalba. 

Kavaði aftur

Men grindin kavaði enn einaferð, men varð ikki funnin aftur. Hóast tvassut var í sjónum og streymurin harður, eins og tað rak í ættina, varð mett, at líkindi vóru at reka, men sýslumaðurin tók síðani samanum saman við grindaformonnunum, og avgjørt var at avblása grindaraksturin.

Jaspur Vang sigur, at grindaformenn og hjálparfólk á landi gjørdu eitt sera gott arbeiði, eins og løgreglan var skjót á staðnum og gjørdi tað, hon skuldi.

Samanumtikið var tað tí stórt spell, at grindin slapp, sigur sýslumaðurin á Tvøroyri í tíðindaskrivinum.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi, har samrøða eisini verður við Jaspur Vang, sýslumann. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744