Skip við íslandsloyvi verða revsað

Skip við íslandsloyvi verða revsað
Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning
 
14.08.2014 - 08:24

Skipini, sum royna við húki undir Íslandi, eiga at sleppa at avreiða í Íslandi, uttan at verða revsað við at missa av kvotuni.

Tað heldur Brandur Sandoy, løgtingsmaður, sum hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um avreiðingar uttanlands. 

Missa kvotu

Brandur Sandoy spyr, tí í fjør mistu nakrir snellubátar part av Íslandskvotuni. Tey avreiddu í Vestmannaoyggjunum, tí illveður millum Ísland og Føroyar forðaði bátunum í at fara til Føroya við fiskinum. Vørn tók ein part av kvotuni frá bátunum, tí teir høvdu ikki loyvi at avreiða í Íslandi.       

Brandur Sandoy sigur eisini, at í ár hava føroysku línuskipini fyri ein stóran part roynt vestur móti grønlendska markinum og heilt uppi móti Vestfirðum, í ein útnyrðing úr Íslandi. 

Loysir seg

Haðani eru tríggir-fýra dagar at sigla til Føroya. Fiskaprísirnir í Íslandi eru kappingarførir. Tí hava línuskip avreitt í Íslandi. Tað loysir seg, hóast skipini missa av kvotuni, sigur Brandur Sandoy.

Tað, sum skip og bátar missa av kvotu fyri at avreiða í Íslandi, sleppur eingin annar at fiska. 

Tí er partur av Íslandskvotuni ófiskaður á hvørjum ári, og Føroyar missa pengar av tí, sigur Brandur Sandoy.  

Løgtingið fer í morgin at taka støðu til, um fyrispurningurin frá Brandi Sandoy skal svarast

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985