Gera nú Sjóvinnuhúsið liðugt

Gera nú Sjóvinnuhúsið liðugt
74 mió. kr. verða tiknar av íløgujáttanini hjá Tórshavnar havn til endamálið
Stórur eftirspurningur er eftir at leiga í Sjóvinnuhúsinum á vestaru bryggju Havn
 
15.08.2014 - 08:25

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at játta góðar 74 milliónir krónur av íløgunum hjá Tórshavnar havn til at gera Sjóvinnuhúsið liðugt.

Við nýumvælda bygninginum á Vestaru bryggju fær sjóvinnan møguleika at húsast undir somu lon. 

Hølini kunnu nýtast til eitt nú oljuvinnu, offshore, havtøkni, aling og gransking. Eisini er t ætlanin at hýsa íverksetan og skeiðvirksemi.

- Eftirspurningurin eftir at leiga skrivstovuhøli í Sjóvinnuhúsinum hevur verið stórur, hóast bygningurin ikki verður endaliga liðugur fyrr enn um árskiftið 2015/2016, sigur Sjúrður Olsen, sum er formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar býráði.

Fimm hæddir

Bygningurin er í fimm hæddum, sum skulu hava 2800 fermetrar av skrivstovum, einar 2200 fermetrar til felagsøki, og harumframt verður goymsla, verkstað, tøknirúm og matstova.

Skitsuprosjektið varð gjørt og góðkent seinasta heyst. Arbeiðið hevur síðan verið boðið út, men tilboðini vórðu mett at vera nakað dýr, og tí varð farið at samráðast við tey feløg, sum høvdu lægstu tilboðini. 

- Samlaði kostnaðurin fyri bæði klæðing og innrætting er nú umleið 94 milliónir krónur, t.v.s. at 7.100 fermetrar fáast fyri 13.200 krónur fyri hvønn fermetur, sigur Sjúrður Olsen.

Havnarmeistarin, Jónsvein Lamhauge, mælti herfyri til at gera arbeiðstøkusáttmálar við feløgini og at játta góðar 74 milliónir krónur burtur av íløgunum hjá Tórshavnar havn fyri 2014 og 2015. Og hetta samtykti býráðið í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749