Holocaust-dagur ein avgreiðsluspurningur

Holocaust-dagur ein avgreiðsluspurningur
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, spyr løgmann og Bjørn Kalsø um málið
Bjarni Djurholm er formaður í løgtinsins mentanarnevnd
 
18.08.2014 - 15:12

Formaðurin í mentanarnevndini í løgtinginum, Bjarni Djurholm, er farin at ótolnast eftir, at løgmaður og landsstýrismaðurin í  mentamálum fáa avgreitt spurningin um almennan Holocaust-dag í Føroyum.

Í 2005 samtykti ST, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur fyri Holocaust undir seinna heimsbardaga og fólkadráp, sum hava verið síðani stóru jødatýningina. Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum minningardag.

Bjarni Djurholm hevur sett løgmanni og landsstýrismannium formligan fyrispurning um, nær hetta verður avgreitt. 

Ein avgreiðsluspurningur

Í fyrispurningunum vísir Bjarni Djurholm til almennu flaggkunngerðina, sum seinast varð broytt í 2003, tá avgjørt varð, at flaggast skal á samiska tjóðardegnum. 

- Talan var tá um avgreiðslumál. Somuleiðis kundi staðfestingin av almenna Holocaust-degnum verið ein avgreiðsluspurningur, sum kann avgreiðast frá degi til dags, sigur Bjarni Djurholm.

Hann vísir á, at endamálið við einum Holocaust-minningardegi er at ávara móti hugburði og atburði, sum kann føra til fólkadráp, at menna undirvísing og undirvísingartilfar, sum kann forða fyri fólkadrápi, og at avdúka og forða fyri avnokting av Holocaust og fólkadrápum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328