Føroya Tele eigur ikki longur í Farice

Føroya Tele eigur ikki longur í Farice
Føroya Tele er farið úr samstarvinum, men leigar frá Farice fyri at kunna brúka kaðalin
Føroya Tele er farið burtur úr samstarvinum við Farice
 
19.08.2014 - 09:50

Farice, sum eigur og rekur samskiftiskaðalar millum Ísland, Føroyar, Skotland og Danmark hevði slakar 22 millónir krónur í halli fyrra hálvárið í ár.

Hallið var 12 milliónir minni enn fyrra hálvárið 2013.

Í fráboðan til íslendska keypsskálan sigur felagið, at inntøkurnar vóru 8,7 prosent størri í ár enn í fjør. 

Føroya Tele var við til at stovna felagið Farice, men Føroya Tele eigur ikki longur í felagnum. Føroya Tele fór úr samstarvinum fyri nøkrum árum síðani og leigar nú frá Farice fyri at kunna brúka kaðalin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815