- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neistin annað árið á rað

Annað árið á rað hava
Neistakvinnurnar vunnið føroyameistaraheitið og annað árið á rað vunnu tær á
Stjørnuni. Seinni finaludysturin millum Stjørnuna og Neistan endaði við, at
Neistin vann 32-27.

Neistin var betra liðið, var
niðurstøðan hjá frásøgumonnunum hjá kringvarpinum, aftan á seinnu FM finaluna
millum Neistan og Stjørnuna. Longu tá eitt korter var spælt, var Neistin
framman fyri við sjey málum, og munurin helt sær í gjøgnum so at siga allan
dystin.

- Sigurin var ongantíð í vanda,
staðfesti venjarin hjá Neistanum eftir dystin, og hesum var liðskiparin hjá
Stjørnuni, Una Olsen, samd við honum í og staðfesti, at sigurin hjá Neistanum
er væluppiborin.