Gerðarrættarmálini móti ES tikin aftur

Gerðarrættarmálini móti ES tikin aftur
Partarnir hava loyst trætuna, og tí er ikki grundarlag fyri at halda fram við gerðarrættarmálunum
Bjørn Kunoy og Esa Paasivirta, leiðarar í sendinevndunum fyri ávikavist Føroyar og ES í gerðarrættarmálinum, og Andre Bouquet, næstformaður hjá ES-sendinevndini. Myndin varð tikin, tá ið felags áheitanin varð send gerðarrættinum
 
21.08.2014 - 13:39

Fyrrapartin hava Føroyar og ES formliga steðgað altjóða gerðarrættarmálunum, sum Føroyar settu í verk í sambandi við handilstiltøkini hjá ES móti Føroyum.

Bræv er í morgun sent gerðarrættinum, ið varð stovnaður við støði í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða. Í brævinum verður gjørt greitt , at partarnir hava loyst trætuna, og tí er ikki grundarlag fyri at halda fram við gerðarrættarmálinum.

Sama fráboðan er eisini send til gerðarrættarskipanina hjá heimshandilsfelagsskapinum WTO. 

Avgerandi leiklut

- Avgerðin hjá Landsstýrinum at fara undir  tvey altjóða gerðarrættarmál,  tey fyrstu av sínum slagi, hava víst seg at havt avgerandi leiklut í málinum. Vit fegnast um, at tað loksins eydnaðist loksins at finna eina semju í málinum. Nú sambandið millum Føroyar og ES aftur í rættari legu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Handilssáttmálin millum Føroyar og ES er frá 1996. Nú viðurskiftini millum Føroyar og ES aftur eru komin í rættlag, skal ferð setast á arbeiðið at gera ein nýggjan fríhandilssáttmála við ES.

-  Ósemjan um sildina og makrelin hevur órógvað tilgongdina við nýggja evropapolitikkinum. Okkara greiða mál er nú at fáa ein betri fríhandilssáttmála við ES, sigur løgmaður.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985