Fekk undirtøku fyri at einskilja landsjørðina

Fekk undirtøku fyri at einskilja landsjørðina
Fyrsta stigið var at lýsa málið neyvt og ítøkiliga, og tí varð ein arbeiðsbólkur settur
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur ætlað at lagt lógaruppskot fyri tingið um at einskilja landsjørðina
 
22.08.2014 - 07:58

Í oktober í fjør fekk Jacob Vestergaard undirtøku frá landsstýrinum at arbeiða víðari við málinum um at privatisera almennu jørðina.

Fyrsta stigið í arbeiðinum var at lýsa málið neyvt og ítøkiliga.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svarinum, hann gav Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, fyrr í hesum mánaðinum.

Landsstýrismaðurin setti ein arbeiðsbólk at lýsa málið. Og tað arbeiðið var liðugt 1.juli.

Ikki undirtøka

Men nú skilst, at hóast landsstýrismaðurin fekk, sum hann sjálvur sigur, undirtøku frá landsstýrinum fyri at arbeiða víðari við málinum, so vil samgongan ikki, at hann avgreiðir málið við lógaruppskoti.

Jacob Vestergaard sigur eisini í svarinum til Bjørt Samuelsen, at fær hann undirtøku frá landsstýrinum seint í summar ella tíðliga í heyst, leggur hann lógaruppskot um at einskilja landsjørðina fyri løgtingið á vári 2015.  Men tað kann hann gloyma alt um.

Tí sambært tí, sum tveir samgongufelagar, annar sjálvur samgonguleiðarin, hava sagt í vikuni, er útilokað, at almenna jørðin verður privat í hesum valskeiðinum.  

Í samgonguskjalinum stendur einki um at einskilja landsjørðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256