Brúka 470 mió. kr. meiri til íløgur enn ætlað

Brúka 470 mió. kr. meiri til íløgur enn ætlað
Íløguætlanin hjá Bakkafrosti fyri árini 2014-2017 fer úr 900 milliónum upp í eina milliard og 370 milliónir
 
26.08.2014 - 09:20

Bakkafrost fer at brúka 470  mió. kr. meira til íløgur enn upprunaliga ætlað hetta til 2017. 

Íløguætlanin fyri árini 2014-2017 fer úr 900 milliónum upp í eina milliard og 370 milliónir. Tað kunngjørdi Bakkafrost í morgun.

Íløgurnar verða fíggjaðar yvir raksturin, við verandi lánsfígging og við nýggjari fígging, um tað er skilabest fyri felagið. Íløguætlanin verður endurmett hvørt ár, og hendir okkurt óvæntað, kann Bakkafrost útseta íløgur. 

Bakkafrost boðar í morgun frá tveimum broytingum í íløguætlan felagsins.

Nýggja kryvji- og virðisøkingarvirkið á Glyvrum verður framskundað og gjørt betri, so kappingarførið hjá Bakkafrosti verður 20 milliónir krónur betri um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659