Heilsurøktarar á fund við leiðsluna á LS

Heilsurøktarar á fund við leiðsluna á LS
Níggju heilsurøktarar á psykiatriska deplinum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn
Maibritt Mohr er forkvinna í Heilsurøktarafelagnum
 
26.08.2014 - 10:43

Klokkan 11 fer nevndin í Heilsurøktarafelagnum á fund við leiðsluna á Landssjúkraúsinum og leiðsluna á psykiatriska deplinum um starvsfólkini hjá felagnum, sum hava fingið hoyringarskriv um uppsøgn.

Talan er um níggju starvsfólk, sum ætlanin er at siga úr starvi, tí 10 av sálarsjúku búfólkunum verða flutt í nýggja heimið Eystan Heyg.

Samstundis hevur psykiatriski depilin søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum, sum ætlanin er at seta í starv.

Kunnu ikki tryggja øll størvini

Maibritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, sigur, at felagið neyvan kann tryggja øllum starvsfólkunum at verða verandi á psykiatriska deplinum, men felagið heldur, at leiðslan ikki hevur gjørt nóg mikið fyri at tryggja nøkrum av starvsfólkunum varandi starv, tí tey kunnu nýtast aðrastaðni á psykiatriska deplinum.

Tað eru tey viðurskiftini, sum felagið og leiðslan fara at umrøða á fundinum kl. 11, sigur Maibritt Mohr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213