Dregur út at umvæla Shefa-kaðalin

Dregur út at umvæla Shefa-kaðalin
Skipið, sum skal umvæla kaðalin, verður ikki tøkt fyrr seinast í hesi vikuni
Páll Vesturbú er stjóri í FT Neti. Hann sigur, at tað fer at taka einar 14 dagar umvæla Shefa-kaðalin
 
26.08.2014 - 12:46

Tað dregur út við at umvæla Shefa-kaðalin, sum brek koma á um ólavsøkumundið. Brekið er á leiðini millum Orkneyoyggjarnar og Skotland. Enn er ógreitt, hví brek kom á hesaferð - tað sæst ikki fyrr enn kaðalin verður tikin upp.

Páll Vesturbú, stjóri í FT Neti, sigur, at skipið sum skal nýtast til at umvæla kaðalin, hevur verið nýtt til aðrar uppgávur, og tí verður tað ikki tøkt at fara undir umvælingararbeiðið fyrr enn seinast í hesi vikuni.

Tað fer at taka hálva aðru til tvær vikur at umvæla kaðalin, sigur hann.

Nógv brek

Nógv brek hava verið á Shefa-kaðalinum seinnu árini, og tí eru fyrireikingar gjørdar til eina umfatandi umlegging av kaðalinum á leiðini, har brekið nú er.  Tann ætlanin heldur fram, og kaðalin verður lagdur betur á leiðini millum Orkneyoyggjarnar og Skotland, so sleppast kann undan nógvu brekunum.

Ætlanin var, at arbeiðið skuldi byrja um hálvan august, og vera liðugt seinast í mánaðinum.

Hóast Shefa-kaðalin ikki hevur verið nýttur í umleið ein mánað, so ávirkar tað ikki samskiftið stórvegis, tí alt samskifti fer gjøgnum hinar kaðalarnar, Farice og Cantat, sum eisini eru partur av kaðalskipanini hjá Føroya Tele. 

Endurgjaldskrav 

Tað hevur hent seg fleiri ferðir seinastu árini, at Shefa -aðalin er skaddur av skipum, sum royna eftir skeljum á leiðini har kaðalin liggur. Og FT Net arbeiðir við at krevja endurgjald frá teimum sum hava ábyrgdina av tí.

Páll Vesturbú, stjóri, sigur, at talan er til eitt skotskt skeljaskip sum illgruni er til, og arbeitt verður framvegis við málinum um endurgjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176