Bakkafrost: Meiri skattur og minni avlop

Bakkafrost: Meiri skattur og minni avlop
Raksturin fyrra hálvár gav Bakkafrost-samtakinum 398 mió. kr, og eftir skatt vóru 53 prosent eftir
 
27.08.2014 - 08:14

Skattahækkingar í ár gera, at minni er eftir av avlopinum hjá Bakkafrosti í ár enn í fjør. 

Fyrra hálvárið í ár gav raksturin hjá Bakkafrost-samtakinum 398 milliónir krónur. Men eftir skatt vóru 53 prosent eftir av teimum pengunum.

Í fjør var vinningurin 274 milliónir frá 1.januar til 30.juni, men tá skatturin var farin av, vóru 92 prosent eftir av avlopinum.

Sambært Bakkafrosti er hægri skattur høvuðsorsøkin til úrslitið eftir skatt í ár. 213 av teimum 398 milliónunum eru eftir, tá skatturin er tikin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815