Jacob Vestergaard vitjar Mariu Damanaki

Jacob Vestergaard vitjar Mariu Damanaki
Tey fara m.a. at viðgera spurningin, hvussu uppsjóvarfiskurin í Norðuratlantshavi skal umsitast í framtíðini
Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, hevur vitjað í Føroyum. Nú er Jacob Vestergaard gestur hjá henni
 
28.08.2014 - 07:56

Á middegi í dag fær Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, gest úr Føroyum í heimlandi sínum Grikkalandi.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er farin á almenna vitjan í ES. Vitjanin byrjar á middegi í dag í Aten, har Maria Damanaki tekur í móti sendinevndini úr Føroyum. 

Vitjar Akropolis

Í morgin fara Jacob Vestergaard og Maria Damanaki at viðgera, hvussu uppsjóvarfiskurin í Norðuratlantshavi skal umsitast í framtíðini. Harumframt verða fornsøgulig støð vitjað, eitt nú Akropolis. 

Fríggjakvøldið bjóðar Maria Damanaki til døgurða í havnarbýinum Pireus. Almenna vitjanin hjá Jacob Vestergaard í ES endar á middegi leygardagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256