Hoyringarfreist um eftirlønarlógina úti í dag

Hoyringarfreist um eftirlønarlógina úti í dag
Upprunaliga var freistin 4. apríl, men tey stóru fakfeløgini vildu hava meira tíð. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum gav teimum 12 dagar afturat
Hoyringarfreistin um eftirlønarlógina, ið er hornasteinurin undir pensjónsnýskipanini, er úti í dag, eftir at freistin varð longd við tólv døgum

16.04.2012 - 10:49

Nú hoyringarfreistin endar í dag, fer politiski fylgibólkurin, har allir teir politisku flokkarnir eru við, at viðgera svarini og arbeiða víðari við lógaruppskotinum.

Ætlanin hjá landsstýrinum er at fáa lógina samtykta í vár, tí hon skal koma í gildi á nýggjárinum 2012/2013. Lógin kemur, sambært Fíggjarmálaráðnum, í tingið í heyst.

Um eftirlønarlógina

Eftirlønarlógin er hornasteinurin undir pensjónsnýskipanini, sum nú enn eina ferð er á veg í tingið. Tað er lógin, sum áleggur øllum millum 21 og 67 ár, sum arbeiða, at rinda sína egnu eftirløn.

Í fyrsta umfari verður talan um eitt prosent av lønini hjá teimum, sum ikki longu eru við í einari eftirlønarskipan. Men um 15 ár skulu 15 prosent av øllum lønum fara til eftirløn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890