- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý oddalið
HB og Víkingur deildu stigini í einum illa leiktum oddadysti í Gundadali í
dag. Liðini tyktist at spæla fyri ikki at tapa, og eftir dystin vóru
liðformaðurin hjá HB og hjálparvenjarin hjá Víkingi samdur um, at javnleikur
var í lagi. Christian Mouritsen legði HB á odda við brotssparkið í 28. minutti, meðan Víkingur javnaði, tá 73
minuttir vóru leiktir. Kaj Leo í Bartalstovu varð spældur fríur og setti bóltin
trygt í málið.

B68 fekk fyrstu stigini í ár til høldar í grannadystinum á Svangaskarði
ímóti NSÍ. Runavíkingar vóru annars á odda 2-1 í hálvleikinum. Klæmint Olsen skoraði tvær ferðir fyri NSÍ og Ndende minkaði um munin fyri toftamenn. Jann Ingi Petersen
javnaði við brotssparki, tá ein tími var leiktur og 10 minuttir fyri leiklok, avgjørdi Jústinus Hansen dystin fyri B68.

B36 greiddi sína skyldu, tá teir í dag vunnu 4-1 á Eiðinum í Vági
ímóti TB. Málini hjá B36 skutu Lukas Cieslewicz, Súni Olsen og Jákup á Borg. Bojan Timic skoraði við brotssparki fyri TB. F

Í Fuglafirði vann ÍF trygt 2-0 á KÍ. Í 13. minuttir legði Frank
Poulsen fulgfirðingar á odda, og Jan Ellingsgaard stútaði stutt fyri hálvleik bóltin í
málið til 2-0. Í seinna hálvleiki royndi KÍ at leggja trýst á, men
álopsspælið manglaði brodd, og ÍF vann uppiborið í einum dysti, ið teir høvdu
tamarhald á.

Við Margáir eydnaðist tað EB/Streymi at vinna sín fyrsta dyst, tá teir vunnu 3-0 á FC Suðuroy. Málskjúttar vóru Egil á Bø, sum skoraði tá 10 minuttir vóru spældir, meðan hini bæði málini komu seint í dystinum. 2-0 stóð Sorin Anghel fyri og í yvirtíðini staðfesti Hans Pauli Samuelsen sigurin hjá sundalagsmonnum.

Støðan eftir fjórða umfar:
B36 10

Víkingur
10

ÍF
10

HB
8

Eb/Streymur 5
NSÍ 4
B68
3
KÍ 2
FC Suðuroy 1
TB 1

Komandi umfar verður leikt leygardagin 21.04, tá eru dystirnir hesir:
ÍF-Víkingur

B36-EB/Streymur

NSÍ-HB

KÍ-TB

FC Suðuroy-B68