Løgmaður ætlar at taka loyvini hjá Anitu aftur

Løgmaður ætlar at taka loyvini hjá Anitu aftur
Reiðaríið hevur freist til mikudagin at gera viðmerkingar til avgerðina hjá Løgmansskrivstovuni
 
28.08.2014 - 17:07

Løgmaður ætlar sær at taka øll veiðu- og fiskiloyvi hjá garnaskipinum Anitu aftur.

Tað boðar hann frá í skrivi í dag.

Løgmaður ætlar at taka loyvini frá Anitu við heimild í grein 46, stk. 1 í løgtingslóg nummar 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap.

Hetta ætlar løgmaður at gera fyribils, til dómur er sagdur í revsimálinum móti Anitu. Áðrenn hendan avgerð verður tikin, hevur P/f Seta høvi til at seta fram síni sjónarmið sambært fyrisitingarlógini.

Reiðaríið hevur freist til mikudagin 3. september at koma við viðmerkingum til avgerðina hjá Løgmansskrivstovuni. Tá dómur er sagdur, verður málið um at taka aftur av veiði- og fiskiloyvi hjá Anitu tikið uppaftur til endaliga avgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985