Reiðarin: Løgmaður fær svar um Anitu

Reiðarin: Løgmaður fær svar um Anitu
Advokatur tekur sær av málinum, og vit fara at svara løgmanni, sigur Sørin Christiansen
Sørin Christiansen er reiðari á Anitu
 
29.08.2014 - 14:28

Reiðarin á garnaskipinum Anitu hevur ongar viðmerkingar til, at løgmaður nú ætlar at taka veiði- og fiskiloyvini frá Anitu.

- Vit hava fingið eitt hoyringarskriv frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, har hann boðar frá, at ætlanin er at taka fiskirættindini frá garnaskipinum, Anitu. Og málið gongur sína gongd.

Tað er einasta viðmerkingin sum fæst frá reiðaranum á Anitu, Sørin Christiansen.

- Vit hava ikki meir at siga, og advokatur tekur sær av málinum, og vit fara at svara løgmanni, sigur hann.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður boðaði í gjár frá, at ætlanin er at taka fiskirættindini frá Anitu. Løgmaður viðger sjálvur málið, tí Fiskimálaráðið hevur ikki gegni at viðgera tað.

Reiðaríið Seta skal svara hoyringarskrivinum í seinasta lagi mikudagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870