Eftirlýsir kunning um grindadráp frá landsstýrinum

Eftirlýsir kunning um grindadráp frá landsstýrinum
Rigmor Dam fer mikudagin at spyrja løgmann, um landsstýrið ætlar at kunna umheimin um grindadráp
Fjølmiðlarnir fáa ikki nakað svar um miðlastrategiina, so nú ætlar Rigmor Dam at spyrja løgmann í løgtinginum
 
05.09.2014 - 07:25

Mikudagin fæst kanska at vita, hvørja ætlan, landsstýrið hevur um at kunna umheimin um grindadráp. Ella, um landsstýrið hevur nakra ætlan yvirhøvur.

Rigmor Dam, løgtingskvinna í Javnaðarflokkinum, fer at spyrja Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, tá løgtingið mikudagin fyri fyrstu ferð í hesari tingsetuni hevur munnligar fyrispurningar.

Rigmor Dam spyr løgmann, hvør kunningar- og miðlastrategiin hjá landsstýrinum er í aktuella grindamálinum, nú felagsskapurin Sea Shephard hevur - sum tingkvinnan sigur í spurninginum - hertikið vágir og víkir kring Føroya land og spjaðir lygnir og søgur um fólkið, her býr.

Fjølmiðlar fáa ikki svar 

Rigmor Dam sigur, at higartil hevur ikki hepnast miðlunum at fáa løgmann at grundgeva fyri miðlastrategi landsins. 
Og tí ætlar hon nú at spyrja løgmann í løgtinginum.

Rigmor Dam sigur, at so leingi, landsstýrið einki ger við málið, átaka leikfólk sær at verja okkara áhugamál í miðlum og á sosialum netverkum, í mongum førum til lítlan sóma. 

Landsstýrið átti at lagt til brots við einum úrvalsliði av eldhugaðum kunningarfólki, sum fóðrar altjóða pressuna dag sum nátt, og svarar áganginum á sosialu netverkunum aftur, so hvørt hann dagar fram, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna. 
 

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979