Hava umvælt part av Shefa-kaðalinum

Hava umvælt part av Shefa-kaðalinum
Um vikuskiftið varð fyrsti parturin av Shefa lagdur av nýggjum. Umvælingar eru tó eftir at gera seinni í ár og næsta ár
 
08.09.2014 - 14:52

Nógv brot hava verið á Shefa-kaðalinum, síðan hann varð tikin í nýtslu í 2007. Í miðal hava verið tvey kaðalslit um árið, og tað er alt ov nógv, sigur Føroya Tele. Tí hevur verið arbeitt við einari ætlan at leggja kaðalin av nýggjum.

Shefa-kaðalin gongur millum Føroyar, Hetland og Skotland, og hýsir stórum parti av internet-ferðsluni hjá føroyingum. 

Føroya Tele hevur onnur sambond at dúva uppá, og einki bendir á, at breiðbandið hevur verið stórvegis nervað, nú Shefa hevur verið sløktur í ein mánað, sigur Føroya Tele.

Tóku kaðalin upp

Í síðstu viku var kaðalin tikin upp og lagdur av nýggjum. Økið varð reinsað, har hann er lagdur, og roynt er at tryggja hann betur, m.a. við at grava hann niður í botn, har tað ber til. Hetta arbeiðið eydnaðist ikki til fulnar. Í fyrstu syftu bar ikki til at fáa kaðalskipið, sum er leigað til uppgávuna, at gera alt arbeiðið um eina leið. Tí verður neyðugt at taka arbeiðið uppaftur seinni. 

Haraftrat er onkur teinur, har tað ikki hevur eydnast at grava kaðalin niður í botn, so hann er nóg væl vardur, og tí skal nú eftirmetast, um eyka arbeiði skal gerast í tí strekkinum.

Sum støðan er nú, verður farið aftur at umvæla kaðalin seinni í hesum mánaðinum, og einaferð í næsta ár verður farið at arbeiða aftur upp á Shefa-kaðalin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210