Spyr um hálvt annað ára gamalt lyfti um frípláss

Spyr um hálvt annað ára gamalt lyfti um frípláss
Eyðgunn Samuelsen spyr Anniku Olsen, hvussu líður við at tillaga fríplássini eftir heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur
Frípláss í dagsstovnum gera, at tað loysir seg ikki at fáa sær betur lønt arbeiði, sigur Eyðgunn Samuelsen í fyrispurningi sínum
 
09.09.2014 - 07:26

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, fer á tingfundinum í morgin at spyrja landsstýriskvinnuna í almannamálum um eitt hálvt annað ára gamalt lyfti. 

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, boðaði í fjør vár frá í fjølmiðlunum, at hon ætlaði at fáa skipanina við fríplássum til barnaansing tillagaða sambært tilmælinum í heildarætlanini viðvíkjandi fólkaflyting og fólkavøkstri. 

Spyr um ætlanina 

Tá munnligu fyrispurningarnir vera í løgtinginum í morgin, fer Eyðgunn Samuelsen at spyrja Anniku Olsen, um hon framvegis ætlar at tillaga skipanina við fríplássum, hvussu nógv ein tillagað skipan fer at kosta og, um kommunurnar skulu bera allan kostnaðin.

Sambært heildarætlanini viðvíkjandi fólkaflyting og fólkavøkstri er skipanin ein forðing fyri, at einsamallir uppihaldarar arbeiða fulla tíð, tí skipanin eggjar ikki fólki til at fáa sær arbeiði, sum gevur meiri løn. 

Tí kann skipanin gera, at einsamøll foreldur ikki sleppa burtur úr láglønarstøðuni. 

Kommunurnar gjalda

Skipanin virkar soleiðis, at húski, sum fortjena minni enn 240.000 krónur um árið, fáa fult frípláss á dagstovnum. 

Tá inntøkan er okkurt um 284.000 krónur, skal fult gjald rindast fyri at hava barn í vøggustovu ella barnagarði. 

Eyðgunn Samuelsen vísir á, at kommununnar gjalda fyri fríplássini, men landið ásetur inntøkumarkið. 

Tað ber ikki til at áleggja kommununum, at tær einsamallar gjalda fyri fleiri frípláss, sigur Eyðgunn Samuelsen.  

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244