Blákrossheimið tikið í nýtslu í næstu viku

Blákrossheimið tikið í nýtslu í næstu viku
Nú heimið á Nesi er liðugt, stendur tað í 13 milliónum krónum
 
10.09.2014 - 11:42

Næsta fríggjadag verður nýggja Blákrossheimið á Nesi tikið alment í nýtslu. Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at víga húsið, og landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen,  fer at halda røðu

Í tíðindaskrivi í morgun, sigur Blái Krossur, at umstøðurnar í nýggja heiminum verða munandi betri, og starvsfólkini fáa eisini betri umstøður. 

Heimið er 800 fermetrar til støddar, pláss er fyri 14 fólkum í samdøgursviðgerð, og heimið kostar 13 miljónir krónur.

Tað er ein miljón krónur dýrari, enn upprunaliga ætlað, tí Blái Krossur hevur avgjørt millum annað at gera køkin betri, málaraarbeiðið varð partvíst gjørt av málara, og økið uttan um heimið er asfalterað og gjørt liðugt.

Ókeypis grundstykki og sjálvboðið arbeiði

Grundstykkið á Nesi í Eysturoy fekk Blái Krossur ókeypis, og felagsskapurin hevur eisini fingið aftur mvg-ið av byggikostnaðinum. Annars er alt fíggjað við gávum, innsavning, lutaseðlum, sølu í Blákrosshandlunum, sjálvbodnum arbeiði og láni, og raksturin er yvir fíggjarlógina, skrivar BláiKrossur.

Fríggjadagin 19. og leygardagin 20. verður opið hús fyri almenninginum.

Tað var fyri 30 árum síðani, - í 1984, at Blákrossheimið varð sett á stovn, og 30 ára haldið verður hildið samstundis sum nýggja heimið letur upp, skrivar Blái Krossur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985