Luktur frá eldgosi merkist í Noregi

Luktur frá eldgosi merkist í Noregi
Í Íslandi kæra fólk sína neyð, tí tey hava ilt í hálsinum, sviða í eygunum og høvuðpínu
Mynd: RÚV  
 
12.09.2014 - 08:24

Lukturin av svávul-dioxidi frá eldgosinum Holuhrauni í Íslandi merkist á norsku vesturstrondini, veit NRK at siga. 

Vesturstrondin í Noregi liggur 1.300 kilometrar frá Holuhrauni.

Veðurkonan, Vibeke Thynes, sigur við NRK, at lukturin mest sannlíkt stavar frá eldgosinum í Íslandi, men at svávul-dioxid'ið er ikki konsentrerað, og tí er eingin heilsuvandi.

Sambært Bjørn Sævar Einarsson á íslendsku veðurstovuni, vísa myndir frá fylgisveini týðiligt, at ein gass-rípa ferðast móti Noregi. 

Stórar nøgdir av svávul-dioxidi hava eisini verið skrásettar á eysturlandinum í Íslandi farnu dagarnar. Har hava fólk kært sína neyð, tí tey hava havt ilt í hálsinum, sviða í eygunum og høvuðpínu.

Íslendska umhvørvisstovan hevur gjørt eina heimasíðu, sum kunnar um dálkingarstøðuna í Íslandi, orsakað av eldgosinum. 

Konsentratiónin av svávul-dioxidi skal verða oman fyri 350 mikrogramm í ein heilan tíma, fyri at fara um markið fyri, hvat heilsumyndugleikarnir siga, er gott fyri heilsuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647