- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandferðslan tekur pantið

Tá fløskur verða seldar við panti, eigur tann, sum selur fløskuna, eisini at lata pantið aftur. Tað verður ikki gjørt um borð á Smyrli, og tað er lógarbrot.

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt fløskusøluna um borð á Smyrli. Fløskur verða seldar við panti. Men einki fæst fyri tómu fløskuna, tá hon verður latin inn aftur.

Hetta er brot á lógina um góða marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið.

Og Umhvørvisstovan sigur, at lógin um íløt til drykkjuvørur er eisini brotin. Tí tann lógin sigur, at øll, sum selja eitt nú sodavatn, hava skyldu til at lata pantið aftur fyri tómu fløskurnar.

Brúkaraumboðið viðgjørdi júst Smyril, tí stovnurin fekk eina áheitan um tað.

Strandferðslan sigur, at strandfaraskipini kunnu ikki virka sum fløskumóttøka. Í staðin fyri kunnu ferðafólkini taka fløskurnar, tey keypa umborð, við sær í land og avreiða tær har, sigur Strandferðslan.

Hetta hevur virkað sera væl í nógv ár, uttan at nakar hevur kært. Strandferðslan sær tí onga grund til at broyta hetta.

Men um kravið er, at Strandferðslan skal hava fløskumóttøku á sama túri, har fløska við panti verður seld, er bara ein gongd leið. Hon er, at Strandferðslan bara selur einnýtisíløt uttan pant, sigur Strandferðslan.

Brúkaraumboðið sigur eisini, at talan er um eina fjalda príshækking, tá vøran verður seld við panti uttan at seljarin letur pantið aftur.