Býráðið í Klaksvík væntar fleiri inntøkur næsta ár

Býráðið í Klaksvík væntar fleiri inntøkur næsta ár
Raksturin fer at geva 44,5 mió. kr. í avlopi sambært uppskotinum um fíggjarætlan
Tað fer at kosta 110 milliónir krónur at reka Klaksvíkar kommunu næsta ár
 
17.09.2014 - 07:35

Klaksvíkar býráð væntar, at inntøkurnar hjá kommununi verða 167 mió. kr. næsta ár.

Hetta er hálv fjórða millión meira enn metingin fyri 2014 sigur.

Býráðið í Klaksvík hevur viðgjørt uppskotið um fíggjarætlan fyri 2015.

Raksturin verður 3,2 milliónir krónur dýrari næsta ár enn í ár. Lønirnar hækka 1,9 prosent tann 1.oktober í ár. 

Sambært uppskotinum um fíggjarætlan fer raksturin hjá Klaksvíkar kommunu at geva 44,5 mio. kr. í avlopi næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129