Starvsfólk í SMS skuldsett fyri milliónasvik

Starvsfólk í SMS skuldsett fyri milliónasvik
Ein 33 ára gamal maður er skuldsettur fyri umfatandi svik í einum handli í SMS í Havn. Maðurin er avhoyrdur av løgregluni men situr ikki í varðhaldi
Ein 33 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava svikað fyri umleið eina millión krónur við lottoseðlum í Miklagarði í SMS
 
16.09.2014 - 17:17

<p>Talan er um handilin Miklagarð, og sambært Jón Klein Olsen, kanningarleiðara hjá politinum, er talan um ein 33 ára gamlan mann, sum hevur svikað fyri umleið eina millión krónur.</p>

<p>Málið varð meldað til løgregluna tann 11. august. Maðurin er avhoyrdur av løgregluni, men situr ikki í varðhaldi. Tað metir løgreglan ikki er neyðugt. Løgreglan fær tó ikki sagt, um maðurin játtar seg sekan.</p>

<p>Hvussu svikið er farið fram, vil Jón Klein Olsen ikki nágreina - men hann váttar, at talan er um svik við lottoseðlum. Málið skal í næstum latast ákæruvaldinum. Tað verður gjørt, tá løgreglan hevur fingið neyðugu prógvini og dokumentatiónina til vega.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128