Skaðar darva kvinnulandsliðnum

Skaðar darva kvinnulandsliðnum
Føroyar spæla í kvøld síðsta HM-undankappingardystin á hesum sinni, men skaðar gera um seg í landsliðshópinum
 
17.09.2014 - 12:49

Fimm leikarar á føroyska kvinnulandsliðnum hava skaðar sum gera, at tað er ivasamt, um tær eru við í HM-undankappingardystinum móti Norðurírlandi í kvøld.

Venjarin, Jón Pauli Olsen, sigur við fsf.fo, at tað er ivasamt, um Heidi Sevdal, Ansy Sevdal, Oddrún Danielsen, Valgerð Andreasen og Elin Maria Isaksen verða tøkar í kvøld.

 

Spæla um at sleppa undan aftasta plássi

Føroyska landsliðið er í løtuni næstniðast í bólkinum. Vinna tær ella spæla javnt móti Norðurírlandi, varðveita tær plássið. Føroyar og Norðurírland hava í løtuni bæði tvey stig, men Føroyar hava betri málúrtøku.

Dysturin millum Føroyar og Norðurírland í Føroyum endaði 0-0.

HM-undankappingardysturin millum Norðurírland og Føroyar byrjar klokkan 19.30 í kvøld.

 

Støðan:

Svøríki                    27

Skotland                24

Pólland                  13

Bosnia/Hersigovina  9

Føroyar                  2

Norðurírland           2

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129