100 nýggj grundstykki á Argjum

100 nýggj grundstykki á Argjum
Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið at keypa eitt stórt stykki Undir Kongavarða á Argjum frá Eik fyri 14,5 milliónir krónur
Líkt er til, at 100 nýggj grundstykki koma á Argjum, eftir at Tórshavnar býráð á fundi hóskvøldið gjørdi av at keypa 100 grundstykki Undir Kongavarða fyri 14,5 milliónir krónur
Mynd: Kort: Google Maps

19.09.2014 - 11:41

Líkt er til, at tað verða yvir 100 nýggj grundstykki tøk á Argjum um eitt ár. Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at keypa eitt stórt stykki Undir Kongavarða á Argjum frá Eik fyri 14,5 milliónir krónur.

Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum sigur við in.fo, at ætlanin er at bera skjótt at, og hann væntar, at um eitt ár ella so verða grundstykkini lýst til sølu.

Ætlanin er ikki at byggja íbúðarblokkar, men at útsykkja einstøk grundstykki og raðhús. Tróndur Sigurðsson vísir á, at ætlanin er at útstykkja 80 grundstykki, sum eru 400 fermetrar til støddar, og á einum øðrum stykki skal pláss verða fyri 32 raðhúsum.

Sostatt verður pláss fyri 112 nýggjum húsum. Ætlanin er eisini at matvøruhandli skal verða í økinum, sigur Tróndur Sigurðsson. Býráðslimir tóku væl undir við hesum, tí stórt trot er á grundstykkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979