Vildu ikki burturvísa skattamál í tinginum

Vildu ikki burturvísa skattamál í tinginum
Skattastigin skal prísjavnast eina ferð um árið, og barnafráfrátturin í landsskattinum hækkar 1.000 krónur fyri hvørt barnið um árið
Løgtingið tók ikki undir við uppskotinum frá formansskapinum um at vísa burtur einum einum máli um at prísjavna skattastigan og hækka barnafrádráttin. Uppskotið frá Fíggjarmálaráðnum er nú í fíggjarnevndini

28.03.2012 - 10:53

Skattastigin verður prísjavnaður, og barnafrádrátturin hækkar, sjálvt um formansskapurin mælti løgtinginum til at burturvísa málið.

Umsitingin hevði gjørt eitt løgfrøðiligt upprit, har mælt varð til at vísa tingmálinum hjá fíggjarmálaráðnum burtur. Sambært uppritinum er tingmálið í stríð við grein 41 í stýriskipanini, har tað stendur, at eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg.

Men løgtingið vildi hava løgtingsmálið til viðgerðar, sjálvt um umsiting og formansskapur mæltu løgtinginum til at burtvísa málið.Tað er ein dómur í hægstarætti um somu viðurskifti, sum fekk tinglimir í samgonguni at síggja burtur frá tilmælinum hjá formansskapi og umsiting.

Uppskotið at burturvísa uppskotið fall, og tí kom málið til vanliga viðgerð í tinginum. Eftir 1. viðgerð varð málið beint í fíggjarnevndina.

Uppskotið hjá landsstýrinum mælir til at javna skattastigan 1. november hvørt ár eftir miðalprístalinum. Somuleiðis at hækka barnafrádráttin við 1.000 krónum fyri hvørt barnið um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659