Endurnýggið flotan, so er útlitini góð

Endurnýggið flotan, so er útlitini góð
Verður fiskiflotin í Grønlandi endurnýggjaður, og fleiri fáast at arbeiða í fiskivinnuni, eru útlitini góð, sigur Jón Brekku, stjóri í BankNordik
Mynd: KNR  
 
22.09.2014 - 09:54

Jón Brekku, stjóri í BankNordik sigur í samrøðu við Jyllands-Postin, at verður fiskurin virkaður meiri heldur enn at verða seldur óvirkaður, verður úrtøkan størri, og tað fer at geva landskassanum størri skattainntøkur. Jón Brekku eftirlýsir samstundis nýskipanir, sum gera tað áhugaverdarin hjá fólki at arbeiða á flakavirkjum.

- Fleiri virkir aftra seg við at menna fiskavørur, tí tey fáa ikki nóg støðuga arbeiðsmegi. Tey arbeiðsleysu vilja eftir øllum at døma ikki arbeiða í fiski, og tað er óheppið, tí fiskivinnan er høvuðsvinnan í Grønlandi. At eggja fólki at arbeiða heldur enn at ganga fyri einki, er ein uppgáva hjá politikarum og kommununum, sigur Jón Brekku við Jyllands-Posten.

Hann vísir eisini á, at stórur tørvur er á íløgum í nýggj skip og tøkni. Nógv skip eru í ringum standi. Færri og størri skip fara at bøta búskaparligu støðuna í fiskivinnuni, sigur stjórin í BankNordik í Grønlandi. Stóru fyritøkurnar í Grønlandi noyðast at gera íløgurnar, tí sambært lógini er avmarkað, hvussu stórar íløgur útlendingar kunnu gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290