Kvæðini verða kvøðin í Keypmannahavn

Kvæðini verða kvøðin í Keypmannahavn
Hevur tú áhuga fyri føroyskum dansi og kvæðum? Dansifelagið Fótatraðk skipar í vetrarhálvuni fyri dansikvøldum í Keypmannahavn.
23.09.2014 - 15:00

Kalda heystluftin hevur so smátt lagt seg yvir stóru bygningarnar í Keypmannahavn. Men nú hevur tú møguleika fyri at dansa hitan í kroppin við føroyskari mentan.

 

 

Dansifelagið Fótatraðk skipar hesa vetrarhálvuna fyri føroyskum dansi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

 

Dansikvøldini eru skipað soleiðis, at hvørt kvøld hevur eitt evni. Komandi sunnukvøld er tað evnið Riddaravísur, sum er á skránni.

 

Síggj skránna við dansikvøldum og evnum her.

 

 

Tiltøkini eru hvørt sunnukvøld frá klokkan 18-21 í Føroyahúsinum.

 

 

Broytingar í skránni verða fráboðaðar á facebooksíðu felagsins.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.