- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eginognin í Bakkafrosti er ein milliard

Eginognin í Bakkafrosti er nú eina milliard og 61 millónir kr.

Bakkafrost hevði í fjør 323 millónir kr. í avlopi eftir skatt, og vinningsbýtið var 48,9 miljónir kr.

Felagið væntar at ala millum 43.000 og 45.000 tons av laksi í ár. Bakkafrost hevur kryvjivirki í Klaksvík, Kollafirði og á Strondum, og ger lidnar rættir á Glyvrum og í Fuglafirði.

Eftir aðalfundin eru nevndarlimirnir teir somu. Rúni M. Hansen er formaður, og hini eru: Johannes Jensen, Virgar Dahl, Trine Sæther Romuld, Annika Frederiksberg og Odd Eliasen.

Í valnevndini sita: Gunnar í Liða, Helge Moen, Líggjas í Bø, stjóri í íløgufelagnum Tjaldri, sum hevur keypt meirilutan í Faroe Farming, Tummas Eliasen og Bergur Poulsen.

Nevndin fekk heimild at keypa upp í 10 prosent í egnum partabrøvum, og at hækka partapening felagsins við 4,8 millónum partabrøvum.