- Tíðindi, mentan og ítróttur
Faroe Petroleum: Úrslitið batnaði 360 mió. kr.

Úrslitið hjá Faroe Petroleum í fjør varð 127 milliónir krónur í avlopi fyri skatt. Í 2010 hevði oljufelagið 231 milliónir krónur í halli fyri skatt, so úrslitið í fjør batnaði 358 milliónir krónur.

Umsetningurin hjá felagnum fleirfaldaðist, úr 134 milliónum krónum upp í 713 milliónir krónur.

Um ársskiftið framleiddi felagið úr 10 olju- og gass framleiðslueindum, í miðal góðar 10.000 tunnur av olju um dagin.

Ætlandi verður Faroe Petroleum við í fimm brunnum í ár, tveimum í bretskum øki og trimum í Noregi. Faroe Petroleum er fyristøðufelag á Clapton brunninum.

Einasta loyvi, Faroe Petroleum hevur í Føroyum, er eitt forkanningarloyvi.