Eingir nevniverdir skaðar í fyrsta heyststorminum

Eingir nevniverdir skaðar í fyrsta heyststorminum
Harðasta hvirlan var 57 m/sek. Vindurin minkar ikki fyrr enn seinnapartin, sambært DMI
Framvegis nógvur vindur út á seinnapartin, sigur danska veðurstovan.
 
26.09.2014 - 07:30

Ikki er frætt um stórvegis skaðar í storminum í gjarkvøldið og í nátt.

Politistøðin í Havn hevur fingið fráboðanir um trampolinir, sum eru farnar á flog, okkurt træ er koppað og nakrir byggipallar, nøkur stillads, stóðu og ridlaðu.

Sambært Landsverki er harðasta hvirlan, sum er máld seinasta samdøgrið, 57 m/sek. og mesti miðalvindur góðir 34 m/sek. 

Sambært donsku veðurstovuni verður framvegis upp í storm av útsynningi í dag, men seinnapartin minkar vindurin.  

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115