Pippi Langsokkur skal klippast

Pippi Langsokkur skal klippast
Orð sum nekarakongur og upptøkan, har Pippi ger eyguni skeiv, tí hon vil líkjast kinesarum, verða klipt burtur úr
Mynd: svt.se  
 
30.09.2014 - 08:59

Er tað rasisma, tá Pippi Langsokkur ger eyguni skeiv, tí hon roynir at líkjast einum kinesara? Og er tað rasisma, tá pápi hennara, Efraim Langsokkur, verður nevndur nekara-kongur? Ja, tað heldur almenna svenska sjónvarpið SVT.

Tað fer at klippa í ljóðsporinum, so "nekarakongur" bert verður "kongur" og leikbrotið, tá Pippi ger eyguni til kinesara-eygu verður klipt heilt burtur úr.

Særandi og niðursetandi

Tað verður gjørt samstundis sum sjónvarpsrøðin verður umvæld tøkniliga, áðrenn hon skal sendast aftur í desember mánað.

- Málbólkurin er børn, og vit halda, at tað kann upplivast særandi og niðursetandi millum børn, sum síggja og hoyra hetta, sigur Paulette Rosas Holt, programm-søluleiðari við SVT.

Men ikki øll eru samd við leiðsluna í almenna svenska sjónvapinum.

Ósemja

Stine Liv Johansen, miðla-granskari á Universitetinum í Århus heldur, at í staðin fyri at broyta málnýtsluna er hetta eitt gylt høvi at tosa við børnini um, hvussu málið er broytt.

Ímóti at broyta sjónvarpsrøðina talar eisini, at bøkurnar, ið røðin byggir á, eru tær somu og verða ikki broyttar málsliga.

Um tað sigur Paulette Rosas Hott, at sjónvarpsfilmirnir skilja seg frá bókunum á tann hátt, at børnini ofta eru einsamøll, tá tey hyggja at filmunum, og tá er eingin vaksin at greiða teimum frá, at soleiðis søgdu fólk fyrr í tíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Morgunlestur mikudagur 25.mars 2026
205922
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133