-Bar ikki til at gista bíligari

30.09.2014 - 11:23
InnlendisPolitikkur
-Bar ikki til at gista bíligari
Visit Tórshavn hevur roynt alt tað, tað er ment at fáa gistingarnar á oljumessu í Stavanger so bíligar sum gjørligt, sigur stjórin í Visit Tórshavn.

Stjórin í Visit Tórshavn, Theresa Kreutzmann, ið samskipaði ferðina hjá Tórshavnar Kommunu til Stavanger, hava tey gjørt alt tað, tey kunnu, fyri at tryggja so bíligar gistingar í Stavanger sum gjørligt.

Dýrari gistingar enn almenn áseting

Fleiri av føroysku luttakarunum gistu væl dýrari enn tær 1450 krónurnar, sum Fíggjarmálaráðið hevur ásett sum dýrastu gisting fyri tænastufólk, ið gista í Noregi.

Stjórin á Lønardeildini umhugsar at herða reglurnar, tí ov dýrar almennar gistingar í útlandinum hava vundið upp á seg.

Royndu at bíleggja í góðari tíð

Ein møguleiki er at krevja, at kommunur og stovnar bíleggja í góðari tíð.

Men sambært stjóranum í Visit Tórshavn royndu tey at bíleggja longu tvey ár áðrenn, men hetta bar ikki til.

Stjórin í Visit Tórshavn leggur afturat, at eitt norskt bookingfelag í Stavanger tók sær av gistingunum, og tí eru tey eru ikki harrar yvir, hvar luttakararnir sluppu at gista í býnum, og hvussu nógv sluppu at búgva í íbúðum og hvussu nógv sluppu at gista á gistinarhúsi. 

Les eisini: Gistingar í stríð við almennar reglur

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290