Leiðarin fyri Secret Service loyst úr starvi

Leiðarin fyri Secret Service loyst úr starvi
Julia Pierson fer úr starvi eftir fleiri gølur í sambandi við trygdina hjá amerikanska forsetanum, Barack Obama
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
02.10.2014 - 10:55

Mest umrødda málið er um 42 ára gamla Omar Gonzalez, sum 19. september ólógliga kom sær inn í Hvítu Húsini. Hann leyp upp um hegnið, rann tvørtur um grasvøllin og langt inn í bygningin. 

Gonzalez var ikki steðgaður fyrr enn hann hevði runnið gjøgnum gongina, sum gongur gjøgnum stóran part av fyrstu hædd í forsetabústaðnum. Hann hevði knív uppi á sær.

Trygdin vánalig

Umframt Gonzalez, eru tvey onnur mál eisini, sum avdúka vantandi mannagongdir innan trygd hjá Secret Service. 

Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Josh Earnest, sigur, at tað er Barack Obama sjálvur, sum sigur, at neyðugt er við nýggjari leiðslu fyri Secret Service.

Arvaði fleiri gølur

Áðrenn hon tók við starvinum, var Secret Service longu uppíblandað í gølur í sambandi við, at fleiri agentar hjá teimum, høvdu keypt kynsligar tænastur frá skøkjum, tá teir undan almennu vitjanini hjá Barack Obama, vitjaðu í Kolumbia. 

Í 2011 eydnaðist einum manni at lata sjey skot av móti Hvítu Húsunum. Ikki fyrr enn fleiri dagar seinni, gjørdist Secret Service varugt við tað.

Og í einum øðrum máli, vóru tríggir agentar, sum vóru við Barack Obama í Amsterdam, sendir heimaftur til USA, tí teir gingu fullir.

Fakta

Julia Pierson fekk stjórastarvið í mars í fjør, og hon var fyrsti kvinnuligi stjóri í trygdartænastuni. Frammanundan var hon starvsfólkaleiðari í Secret Service.

Í løtuni er Joseph Clancy virkandi stjóri fyri Secret Service.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786